Biden lovar Ísrael alla neyðuga hjálp í krígnum móti Hamas

Biden lovar Ísrael alla neyðuga hjálp í krígnum móti Hamas
Amerikanski forsetin er komin til Ísraels á vitjan
Joe Biden, forseti, og Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, høvdu tíðindafund fyrr í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.10.2023 - 13:17

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er komin til Ísraels á vitjan, og á tíðindafundi saman við ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, segði Biden, at USA fer at veita Ísrael alla neyðuga hjálp, so landið fær vart seg fyri yvirgangsfelagsskapinum Hamas í Gasageiranum.

Joe Biden fordømdi eisini álopini og drápini, sum Hamas hevur framt.

- Vit skulu hava í huga, at Hamas ikki umboðar palestinska fólkið, segði hann.

Amerikanska sendinevndin hitti eisini ísraelsku kreppustjórnina, sum var skipað eftir Hamas-álopini á Ísrael 7. oktober. 

31 amerikanskir ríkisborgarar doyðu í rakettálopunum á Ísrael 7. oktober. 

 

Allan Sørensen er tíðindamaður í Ísrael. (Mynd: Kristeligt Dagblad)

 

Størsti stuðulin

Tíðindamaðurin hjá Kristeligt Dagblad í Ísrael, Allan Sørensen, sigur, at amerikanska forsetavitjanin er størsti stuðul, sum Ísrael kann fáa, eftir at støðan í Gasageiranum gjørdist spentari í gjárkvøldið, tá ein rakett rakti eitt sjúkrahús í Gasa býi, og fleiri hundrað fólk lótu lív.

Hoyr samrøðubrot við Allani Sørensen í Breddanum fyrrapartin:
 

18102023_Allan_Sorensen

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948