Kristersson til minningarhald í Brússel

Kristersson til minningarhald í Brússel
Minningarhaldið var á staðnum, har tveir svenskir fótbóltsfjepparar vóru skotnir til deyðis mánakvøldið
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, hevði fótbóltsturriklæði í svensku litunum um hálsin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.10.2023 - 13:03

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, er á vitjan í Brússel í dag, har hann skal kunnast um yvirgangsálopið, har tveir sviar mánakvøldið vóru skotnir til deyðis.

Kristersson vitjaði fyrrapartin staðið, har álopið varð framt, Sanctelette-torgið  stutt uttan fyri miðbýin í Brússel, har skipað var fyri minningarhaldi.

Hann var í gulum og bláum fótbóltsturriklæði um hálsin.

Blómur og kransar frá stjórnum í fleiri londum vóru løgd á staðið.

Kristersson skal hitta belgisku løgregluna og ákæruvaldið, og hann fer eisini vitja svensku kirkjuna í Brússel.

 

Blómur og kransar vóru løgd á staðið, har svensku fótbóltsfjeppararnir vóru skotnir. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948