IS drap svensku fótbóltsfjeppararnar

IS drap svensku fótbóltsfjeppararnar
Islamskur statur sigur, at álopið var ein áminning til Svøríki, tí landið er við í eini alheims samgongu, sum berjist móti jihadistum
Gerningsmaðurin var handtikin í Schaerbeek-býarpartinum í Brússel í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.10.2023 - 08:45

Islamski felagsskapurin, IS, hevur tikið ábyrgdina fyri drápunum í Brússel mánakvøldið, har tveir svenskir fótbóltsfjepparar vóru skotnir til deyðis, og ein annar fekk álvarsligan skaða.

Í fráboðan skrivar felagsskapurin, at álopið var áminning til Svøríki, tí landið er við í eini alheims samgongu, sum berjist móti jihadistum.

- 'Ein krígsmaður frá IS leyp á tveir svenskar ríkisborgarar mánadagin', stóð í fráboðanini frá kunningarrásini hjá Amaq í gjárkvøldið.

Maðurin, sum illgruni var til framdi illgerðina, var ein 45 ára gamal maður ættaður úr Tunesia. Hann var skotin og dripin undir handtøkuni í gjár.

Belgiska ákæruvaldið heldur, at hann var einsamallur um álopið, men leitar eftir møguligum hjálparfólkum, sum hava filmað álopið, og lagt upptøkuna út á sosialar miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948