Ísrael sigur seg hava prógv

Ísrael sigur seg hava prógv
Upptøkur frá fylgisveini vísa, at tað var ikki Ísrael, sum leyp á eitt sjúkrahús í Gasa í gjárkvøldið, sigur talsfólk fyri herin
Fleiri enn 500 fólk doyðu í álopinum í Gasa í gjárkvøldið.
Mynd: AP/Ritzau Scanpix  
 
18.10.2023 - 08:28

Ísrael sigur seg hava prógv fyri, at landið ikki skipaði fyri álopinum á eitt sjúkrahús í Gasa.

Í morgun kunngjørdi talsfólkið hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari, upptøku frá fylgisveini, sum skal vísa, at Ísrael ikki framdi álopið á sjúkrahúsið í gjárkvøldið.

Sjónbandið hevur fleiri upptøkur, sum skulu verða tiknar í økinum við sjúkrahúsið,  bæði fyri og eftir álopið.

Ísraelski herurin sigur, at fregnartænastuupplýsingar vísa, at hernaðarligi uppreistrarbólkurin, Heilagt islamskt krígg,j framdi álopið, sum skal hava dripið meira enn 500 fólk.

- Greining, sum skipanir hjá herinum hava gjørt, benda á, yvirgangsfólk í Gasa skutu rakettir sum fóru fram við Al Ahli-sjúkrahúsinum, samstundis sum sjúkrahúsið var bumbað, segði talsmaðurin fyri ísraelska herin í gjárkvøldið, sambært Reuters.

Eitt talsfólk fyri Heilagt íslamskt kríggj vísir hesum uppáhaldi aftur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948