Tveir sjónleikir á Vágskálini

Tveir sjónleikir á Vágskálini
Sjónleikirnir ”Lortið” eftir Cristian Ceresoli og ”Føðingardagsveitslan” eftir Harold Pinter verða ummældir í sendingini Vágskálini í morgin, mikudagin, kl. 17.05
Durita Dahl Andreassen spælir leiklutin sum kvinnan, ið situr nakin á einum høgum stóli í høllini í Norðurlandahúsinum, og hennara fremsta mál er at gerast kend og fáa viðurkenning.
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal  
 
17.10.2023 - 19:28

”Lortið” er einrøðuleikur, sum Durita Dahl Andreassen spældi í Norðurlandahúsinum í farnu viku, og sum Marita Dalsgaard leikstjórnaði og týddi.

Kvinnan, sum sigur frá í leikinum, situr nakin á einum høgum stóli í høllini í Norðurlandahúsinum, og hennara fremsta mál er at gerast kend og fáa viðurkenning.

Gulla Øregaard, Gunnvá Zachariassen og Kinna Poulsen ummæla leikin, og tveir menn siga eisini sína hugsan.

”Føðingardagsveitslan” er sjónleikur eftir nobelvirðislønta enska leikritahøvundin, Harold Pinter, sum hevur verið sýndur á Tjóðpallinum farnu vikurnar. Hans Tórgarð týddi leikin.

Leikstjóri er íslendingurin, Guðjón Pedersen. Tey, sum spæla, eru Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Páll Danielsen, Erling Eysturoy, Kristina Sundar Hansen og Esther á Fjallinum.

Fríggjakvøldið, meðan illveðrið dundi á hús og vegir í miðbýnum í Havn, hevði fitt av fólki leitað sær á Tjóðpallin at síggja ”Føðingardagsveitsluna”.

Aftaná søgdu áskoðarar og ein ummælari, Gulla Øregaard, sína hugsan um leikin.

Vágskálin mikudagin kl. 17.00 í útvarpinum.

Uni Arge leggur til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948