Ole Wich fekk Sømdargávu landsins

Ole Wich fekk Sømdargávu landsins
Sømdargáva landsins verður latin Ole Wich, myndlistamanni, fyri hansara áhaldandi og beinraktu eygleiðingar av føroyska samfelagnum
Ole Wich, listamaður, fekk í kvøld Sømdargávu landsins
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2023 - 20:00

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur júst handað Ole Wich, listamanni, Sømdargávu landsins. 

Sømdargáva landsins er 20.000 krónur um árið, og hon verður latin listafólki, ið hava útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.

Listaliga virksemið hjá Ole Wich er rúgvismikið og fjølbroytt og fevnir um alt frá standmyndum, installatiónum, video, foto, list í almenna rúminum til plátuhúsar og frímerki. 

 

Virkað í Føroyum í ein mansaldur

Ole Wich hevur búð og virkað í føroyska samfelagnum í meir enn ein mansaldur.

Sum myndlistamaður hevur Ole prikað til fatanir av føroysku tjóðini og hevur mangan elvt til kjak.

Eygleiðingin hjá Ole Wich av føroyska samfelagnum er áhaldandi og beinrakin, og hon sæst aftur í einum týðandi íkasti á føroyska mentanarpallinum.

Fyri útint listaligt avrik fær Ole Wich Sømdargávu landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949