Birita Mohr fekk Serstøku virðisløn landsins 2023

Birita Mohr fekk Serstøku virðisløn landsins 2023
Serstaka virðisløn landsins 2023 varð latin Biritu Mohr, sjónleikara
Birita Mohr, sjónleikari, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2023 - 19:13

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur júst kunngjørt, at Birita Mohr, sjónleikari, fær Serstøku virðisløn landsins 2023. 

Hetta hendi á samkomu í Miðnámsskúlanum í Vestmanna, har mentanarvirðislønir landsins verða handaðar. 

Í síni grundgeving legði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, áherðslu á, at Birita Mohr legði, saman við øðrum undangongufólkum, lunnar undir yrkisleiklistina í Føroyum, tá tey settu á stovn yrkisleikbólkin Grímu. 

Landsstýriskvinnan vísti á, at leikbólkurin Gríma lyfti sjónleikin í Føroyum á eitt yrkislistaligt stig og skapti eitt umhvørvi fyri yrkisleiklistina í Føroyum.

Birita Mohr virkaði sum leikari, leikstjóri, undirvísari, høvundur, framleiðari og samskipari í leikbólkinum, eins og hon gav eitt megnar íkast sum kveikjari, undirvísari og leikstjóri í áhugafeløgunum kring landið.

 

Megnar allar genrur

Sum sjónleikari megnar Birita Mohr allar genrur; líka frá tí ekspressiva úttrykkinum til psykologiska realismu, har Birita á nemandi hátt lýsir tær heilt niðurtónaðu, inniligu kenslurnar í mannalyndinum.

Birita Mohr hevur havt týðandi leiklutir í eini langari røð av leikum, eitt nú í leikunum "Antigone" í Norðurlandahúsinum í 1989, "Glataðu Spælimenninir" í Norðurlandahúsinum í 1993, "Kirsuberjagarðurin" á Tjóðpalli Føroya í 2010 og "Reinsan" á Tjóðpalli Føroya í 2011. 

Tað var serstakt at uppliva Biritu Mohr í høvuðsleiklutinum í sjónleikinum "Lear kongur" eftir William Shakespeare, sum leikbólkurin Det Ferösche Compagnie setti á pall í Sjónleikarhúsinum í Havn á sumri 2023. 

Hetta var ein serstøk verkætlan, ið setur spurningin: Kann ein sjónleikarakvinna við niðursettum minni spæla sjónleik?

Birita Mohr hevur sett varðar eftir seg á føroyska leiklistapallinum og fær fyri avrikini Serstøku virðisløn landsins 2023, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949