Belgiskir miðlar: Gerningsmaðurin deyður

Belgiskir miðlar: Gerningsmaðurin deyður
Vápnið, sum maðurin brúkti, er eisini funnið
Maðurin, sum verður hildin at vera gerningsmaðurin, var skotin Schaerbeek í landnyrðingspartinum av belgiska høvuðsstaðnum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.10.2023 - 10:08

Maðurin, sum hildið verður skeyt og drap tveir sviar og særdi ein annan í Brússel í gjárkvøldið, er deyður. 

Tað skriva belgiskir miðlar fyrrapartin.

Maðurin var undir illgruna fyri at hava skotið og dripið tveir svenskar fótbóltsfjepparar og sært ein annan. 

Vápnið, sum hann brúkti, er eisini funnið.

 

Yvirgangsmál

Løgreglan skeyt mannin í Schaerbeek-grannalagnum í landnyrðingspartinum av belgiska høvuðsstaðnum.

Álopið í gjárkvøldið verður kannað sum yvirgangsmál.

Løgreglan váttar fyri blaðnum DH, at leitað verður eftir tveimum fólkum aftrat í sambandi við álopið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948