![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/belgia2.jpg?itok=w7r3ZMF1)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skot í Brússel: Gerningsmaðurin handtikin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/belgia_0.jpg?itok=5mX_3nFv)
Maðurin, sum illgruni er um framdi álopið í Brússel í gjárkvøldið, er skotin og handtikin á eini kaffistovu.
Tað skrivar belgisla VRT, sambært Reuters.
Belgiska ákæruvaldið váttar, at maðurin er handtikin.
Tveir svenskir fótbóltfjepparar vóru í gjárkvøldið dripnir av skotum í miðbýnum í Brússel, nærindis býarpartrinum Molenbeck. Og eitt fólk fær viðgerð á sjúkrahúsi fyri skotsár.
Í minsta lagi ein teirra var í blusu hjá svenska landsliðnum, skrivar svenska kringvarpið.
Hetta hendi stutt undan landsdystinum í fótbólti millum Belgia og Svøríki í Brússel.
Áskoðarar á veg av leikvøllinum, eftir at dysturin millum Belgia og Svøríki var steðgaður. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Skjýtur frá hond
Eitt sjónbandaupptøka av manninum, sum hildið verður framdi álopið, hevur verið á sæð á sosialum miðlum, har maðurin koyrir skutara og rópar 'Allahu Akbar', tað merkir 'Muhammed er stórur', áðrenn hann fer av skutaranum og skjýtur frá hond.
Maðurin skal á upptøkuni hava sagt, at hann drepur sviar fyri at hevna muslimar.
Sambært SVT hevur hann svorið IS trúskap.
Belgiskir miðlar skriva, at talan er um 45 ára gamla, Abdesalem Lassoued.
Hann skal m.a. hava eina TikTok kontu, har hann m.a. fylgir eini kontu, sum breiðir ástøð um samsvørjing, um at svenska sosialtænastan rænir muslimsk børn.
Belgiska ákæruvaldið sigur, at orsøkin til, at maðurin drap sviarnar í Brússel, var tjóðskapurin hjá teimum.
Hóttanarstigið hækkað
Belgia kannar málið sum yvirgangsálop, og hevur hert hóttanarstigið í Brússel til hægsta stig.
Forsætisráðharrin í Belgia, Alexander De Croo, sigur, at trygdin við svenskar fyritøkur og svensk áhugamál í Brússel hækkar orsakað av álopinum.
Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, fordømir álopið í Brússel í gjárkvøldið.
- Eg fordømi ræðuligu álopini á ósek sivil í Brússel, skrivar hann á X í morgun.
Svenska fótbóltslandsliðið kom í morgun aftur til Svøríkis eftir at EM-undankappingardysturin móti Belgia var steðgaður í hálvleikinum, orsakað av skotálopinum fimm kilometrar frá leikvøllinum.
Svenska fótbóltssambandið skrivar, at umleið 400 sviar hava fingið hjálp í nátt.