Putin vitjar í Kina

Putin vitjar í Kina
Hetta er fyrstu ferð, at russiski forsetin vitjar Kina síðani russisku innrásina í Ukraina
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, var á vitjan í Moskva fyrr ár. Nú kemur russiski forsetin á vitjan í Kina. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
16.10.2023 - 15:04

Russiski forsetin, Vladimir Putin, verður við á einari ráðstevnu í Kina í morgin, upplýsir kinesiski uttanríkisráðharrin sambært almennu russisku tíðindastovuni, Tass.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum er komin til Kina, sigur, at Putin fer eisini at hitta kinesiska starvsbróðurin, Xi Jinping.

Kinesiski forsetin beyð Putin á vitjan í Kina, tá hann var í Moskva í mars.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Putin í Kina, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør.

 

Kina gjørt friðarætlan

Vesturheimurin hevur fleiri ferðir heitt á kinesisku leiðararnar um at fordøma innrásina, men tað hevur ikki eydnast.

Kina hevur fyrr lagt fram sína egnu friðarætlan fyri Ukraina, men einki ítøkiligt er komið burturúr.

Seinast, Putin var í Kina, var fyri innrásina í Ukraina. 

Tá kunngjørdu hann og Xi Jinping eina ætlan um samstarv um handil, politikk, búskap og hernaðarlig viðurskifti.

Kina hevur keypt nógv gass úr Russlandi við avsláttri, síðani Evropa sett tiltøk í verk móti Russlandi og gavst at keypa gass haðani.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948