Nýggjur uttanríkisráðharri í Noregi

Nýggjur uttanríkisráðharri í Noregi
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, hevur umskipað stjórnina
Espen Barth Eide er nýggjur uttanríkisráðharri.
 
16.10.2023 - 10:39

Noreg hevur fingið nýggjan uttanríkisráðharra.

Espen Barth Eide, sum hevur verið ráðharri í veðurlagsmálum og umhvørvismálum, tekur við eftir Anniken Huitfeldt, sum nú fer aftur í Stórtingið.

Anniken Huitfeldt hevur verið umstrídd, síðani tað kom fram, at maður hennara verið uppi í partabrævahandli.

 

Ceclie Myrseth er nýggjur fiskimálaráðharri.

 

Cecilie Myrseth verður nýggjur fiskimálaráðharri eftir Bjørnar Skæran.

Myrseth hevur sitið í Stórtinginum síðani 2017.

Jonas Garhr Støre, forsætisráðharri, hevur eisini gjørt aðrar broytingar í stjórnini, og eitt nýtt digitaliseringsmálaráð verður eisini skipað. 

Tilsamans verða fimm nýggir ráðharrar í umskipaðu stjórnini. 

 

 

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Politiskir eygleiðarar í Noregi siga, at vánaliga valúrslitið hjá Arbeiðaraflokkinum á kommunuvalinum í september er ein av orsøkunum til, at hann ger so umfatandi broytingar í stjórnini nú.

Valúrslitið var tað ringasta hjá Arbeiðaraflokkinum í 99 ár.

Arbeiðaraflokkurin hevur eisini staðið seg illa í veljarakanningunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948