
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eru fyrireikað til stóra eftirspurningin eftir atgongumerkjum
Eru fyrireikað til stóra eftirspurningin eftir atgongumerkjum
Sunnudagin 11. mai skulu føroysku hondbóltsmenninir aftur í eldin á heimavølli móti Ukraina

11. mai fer A-landsliðið í manshondbólti aftur í eldin í høllini við Tjarnir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.04.2025 - 08:33
Klokkan 10 fyrrapartin fara atgongumerkini til heimadystin móti Ukraina hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti til sølu.
Seinast, landsliðið spældi í stórhøllini við Tjarnir, vóru atgongumerkini seld eftir fáum minuttum, og í Hondbóltssambandinum eru tey fyrireikað til stóra eftirspurningin.
Dysturin verður 11. mai, og líkt er til, at áhugin fyri hesum dystinuim er líka stórur sum seinast.
Atgongumerkini verða bara seld á einum stað, sigur Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
11042025_Atgongumerki
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV