Jarðskjálvti aftur rakt Afghanistan

Jarðskjálvti aftur rakt Afghanistan
Hóast skjálvtin var sterkari enn seinast, so hava færri latið lív enn fyri viku síðan
Jarðskjálvti í Afghanistan
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2023 - 18:19

Enn ein jarðskjálvti hevur rakt Afghanistan, og aftur hesa ferð er tað í vestara parti av landinum.

Fyri viku síðan raktu tveir skjálvtar og nógv fólk doyðu. Teir skjálvtarnir máldu beint niðan fyri 6 á Richter stiganum, men hesin seinasti hevði eina megi upp á 6,3 á Richter-stiganum.

Tá ið skjálvtin rakti seinast, vóru tað serliga kvinnur og børn, sum vóru millum tey deyðu. Orsøkin var, at menninir vóru úti og arbeiddu, og at kvinnurnar leitaðu sær inn í húsini, tí tey trúðu at talan var um bumbubrestir. Húsini eru gjørd úr vánaligum tilfari og rapaðu tískil í hópatali.

ST upplýsir, at tað neyvan eru eru líka so nógv deyð av hesum seinastu skjálvtanum, hóast hann var munandi sterkari. Orsøkin er, at fólk longu nú sova í teltum. Men veturin nærkast, og tá muna telt ikki stórvegis.

Heilar bygdir liggja í knúsi, so støðan er rættiliga vónleys. Taliban-stjórnin í Kabul megnar ikki tað stóra, og tí verður álitið sett á altjóða hjálparfelagsskapir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948