Fyrireika endaliga álopið

Fyrireika endaliga álopið
Ísraelski herurin bumbar framvegis mál í Gaza og ger seg til reiðar at gera innrás
 
15.10.2023 - 09:54

Aftur í nátt hevur ísraelski herurin bumbað í Gaza. Hetta er fyrireiking til eitt endaligt álop á landi, sum skal raka Hamas. Yvir 350 túsund fólk í ísraelska tiltaksherinum eru innkallað, og nógv teirra standa í løtuni klár við markið til Gaza. 

Bæði ísraelska stjórnin og ísraelski herurin hava verið fyri atfinningum fyri ikki at hava uppdagað, at eitt álop frá Hamas var á veg. Fólkið tekur tó undir við endaliga álopinum, sum herurin nú ger seg kláran til. 

Síðani Hamas leyp á Ísrael seinasta leygardag hava yvir 3500 fólk latið lív. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948