Tilgjørt vit lagt á vágskálina

Tilgjørt vit lagt á vágskálina
Vágskálin mikudagin kl. 17.05 verður øðrvísi enn tær undanfarnu, tí til ummælis verður tilgjørt vit ella Artificial Intelligence
Knút Háberg Eysturstein, Øydis Bjerre og Birgir Kruse ummæla tilgjørt vit.
 
10.10.2023 - 15:24

Mikudagar er Vágskálin í útvarpinum. Vanliga eru mentanarlig ummæli á skránni. Men sendingin hesa vikuna verður nakað øðrvísi, tí hesa ferð verður tilgjørt vit lagt á vágskálina. 

Spurt verður, um tilgjørt vit er í ferð við at gera listafólk og starvsfólk í skapandi vinnugreinum arbeiðsleys.

Tá tú kanst biðja telduna skriva tær eina heilt nýggja grein, yrking ella søgu, hvat skulu vit so við tíðindafólkum, yrkjarum og rithøvundum?

Tá vit kunnu fóðra telduna við alskyns myndum og biðja hana skapa eina mynd, sum liggur mitt ímillum Mikines og Picasso, hvat skulu vit so við listamálarum og myndlistafólkum?

Ella tá vit kunnu fóðra telduna við tónleiki frá Beethoven til Adele, og teldan kann skapa nýggjan tónleik burtur úr tí, sum hon er fóðrað við, er tá neyðugt við tónasmiðum?

Birgir Kruse, bloggari og lærari, Knút Háberg Eysturstein, sangskrivari, tónleikari og PhD-lesandi í tónleiki á Fróðskaparsetri Føroya, og Øydis Bjerre, bókavørður á Landsbókasavninum koma at skifta orð um evnið.

Vit hoyra eisini hugsanirnar hjá Rakel Helmsdal, forkvinnu í Rithøvundafelag Føroya, og Torbeni Nielsen, KT-serfrøðingi.

Eisini tilgjørda vitið sjálvt fer at siga sínum hugsan um málið.

Lurtið við mikudagin kl. 17.05.

Tú finnur Vágskálina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949