Stórt mannfall í stríðnum millum Hamas og Ísrael

Stórt mannfall í stríðnum millum Hamas og Ísrael
Rakettálopini úr Gaza inn í Ísrael halda fram, og Ísrael hevur bumbað fleiri enn 500 mál í Gaza í nátt
Soleiðis sær út í Gaza býi í morgun. Ísrael sigur, at tað hevur framt meiri enn 500 loftálop á Gaza í nátt.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2023 - 08:56

Stríðið millum Ísrael og Hamas heldur fram. 

Aftur í nátt hava verið fleiri rakettálop úr Gaza inn í Ísrael, og Ísrael hevur framt fleiri loftálop á Gaza. 

Ísrael hevur bumbað fleiri enn 500 mál í Gaza í nátt, siga útlendskir miðlar. Millum annað er stórur partur av býnum Beit Hanoun oyðilagdur. 

 

Stórt mannfall

Talið á deyðum í stríðnum millum Ísrael og Hamas veksur. 

Palestinska heilsumálaráðið upplýsir, at 436 palestinarar hava latið lív, teirra millum 81 børn. Harumframt eru 2.271 fólk særd. 

Sambært talsmanninum hjá ísraelska herinum, Jonathan Conricus, hava 700 ísraelar latið lív. Ísraelsku heilsumyndugleikarnir hava kortini ikki váttað talið, skrivar danska kringvarpið.

CNN sigur, at Hamas hevur skotið rakettir inn í ísraelska býin Ashkelon, sum liggur har suðuri í landinum, ikki langt frá Gazageiranum. Ein rakett hevur rakt eina íbúð. 

 

Ísraelskir stríðsvognar nærindis markinum til Gazageiran. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

100.000 hermenn

Ísrealski herurin, IDF sigur, at 100.000 ísraelskir hermenn eru til reiðar at gera sína skyldu.

- Vit hava hava boðsent umleið 100.000 hermonnum aftrat. Vit eru til reiðar at gera tað, sum stjórnin áleggur okkum, sigur Jonathan Conricus, talsmaður fyri ísraelska herin. 

Tað var tíðliga leygarmorgunin, at yvirgangsbólkurin, Hamas, skeyt hundraðtals rakettir úr Gazageiranum inn yvir Ísraeal, og tók gíslar.

 

Kreppufundur í ST-trygdarráðnum

Kreppufundur var í trygdarráðnum hjá ST í gjárkvøldið. 

Boðað var til snarfundar um støðuna í Ísrael og Gaza á høvuðsborgini hjá ST í New York. 

Fundurin var fyri læstum durum, skrivar BCC. 

Hóast flest lond fordøma álopið á Ísrael, er tó ósannlíkt, at trygdarráðið hjá ST fer at leggja upp í stríðið. Tað siga fleiri av nevndarlimunum í trygdarráðnum eftir fundin, sambært CNN. 

Umboðið hjá USA, Robert Wood, segði, at meiriluti var ikki fyri at senda eina felags yvirlýsing frá fundinum. Øll 15 limalondini í ST-trygdarráðnum skulu vera samd, um felags yvirlýsing ella fordøming skal kunngerast.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. oktober
Vikuskiftið 18. okt. 2024
182282
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 18. oktober 2024
182272
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur mikudagur 16. oktober 2024
182269
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur hósdagur 17. oktober 2024
182254
Fríggjadag 18. oktober
Lesikrókurin 29 sep 2024
182253
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249
Fríggjadag 18. oktober
Veðrið
182278
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120