- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndarøð: Eitt søguligt stig
Teir 2200 áskoðararnir á Tórsvølli hóskvøldið 5. oktober 2023 upplivdu enn eitt søguligt føroyskt kvøld í evropiskum fótbólti.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
2023-liðið hjá KÍ, ið júst hevur endurvunnið føroyameistaraheitið triðja árið á rað, skrivar føroyska fótbóltssøgu, næstan hvørja ferð liðið fer á vøllin. Hóskvøldið vann liðið Føroyum tað fyrsta stigið nakrantíð í einum evropiskum bólkaspæli fyri lið.
Øll onnur lið í KÍ-søguni, um tey so eita 52-liðið ella 66-liðið, blikna í samanberingini við krútsterka 23-liðið. Tað gera í roynd og veru øll føroysk fótbóltslið gjøgnum tíðirnar.
Hóast stóra stjørnan á KÍ-liðnum, Árni Frederiksberg, og hinir KÍ-leikararnir vóru alt annað enn væl nøgdir við dømingina hjá dómaranum Elchin Masiyev úr Aserbadjan, so mistu leikararnir ongantíð fokus í dystinum.
Patrick Da Silva og hinir KÍ-leikararnir hava sett eitt fullkomiliga nýtt stig fyri føroysk lið í Evropa.
Dysturin fer ikki í søguna sum tann besti, ið KÍ hevur spælt í evropiskum fótbólti. Til tess var mótstøðan eina tonn ov sterk.
Talan var hinvegin um ein sera væl skipaðan stríðsinnsats av KÍ-leikarunum, ið høvdu tamarhald á støðuni í stórum pørtum av dystinum.
Lille er væl og virðiliga besta liðið, ið KÍ hevur møtt í evropiskum fótbólti í ár. Alt gekk bara skjótari fyri seg og við meira styrki.
KÍ bleiv í stórum pørtum av dystinum trýst heilt aftur í egnan brotsteig at verja, og tað gjørdi, at fjarstøðan til málið hjá Lille bleiv dekan ov stór, tá ið KÍ loksins fekk fatur á bóltinum.
Bestu royndirnar hjá KÍ komu enn einaferð frá deyðbóltsstøðum, ið liðið fekk tiltuskað sær gjøgnum dystin, og sum Árni Frederiksberg tók sær av.
Nummar 7 hjá KÍ ikki bara sparkar ein bólt hart og væl, men hann dugir eisini væl at kasta ein bólt.
Jákup B. Andreasen, liðskipari, er ímyndin av sterka stríðsviljanum hjá 23-liðnum hjá KÍ, og tað vísti hann eisini móti Lille.
Maðurin við nummar 4 á bakinum, 35 ára gamli norski miðverjin Vegard Forren, er kanska besti fótbóltsspælari, ið nakrantíð hevur spælt í Føroyum. Tað sæst kanska ikki eins væl í heimligum dystunum, sum tað sæst í evropisku dystunum, tá ið hann hvørja ferð spælir upp til stigið hjá mótstøðuleikarunum.
Stríðsviljin hjá stóru stjørnuni hjá KÍ við nummar 7 á bakinum, Árna Frederiksberg, var eisini nakað, ið donsku frásøgumenninir hjá TV2 Play varnaðust. Kendi danski leikarin og venjarin, David Nielsen, var hugtikin av arbeiðsøðini, ið stjórin í heilsøluni hjá Kjølbro legði fyri dagin.
Árni Frederiksberg, ið vanliga er tann, sum skal skipa álopsspælið hjá KÍ, spardi seg ikki í nærdystunum, tá ið nú vanliga spælið fram eftir vøllinum ikki reiðiliga bara til, tí mótstøðan var so stinn.
Men Árni fekk ikki nógv hjálp frá dómaranum. Her liggur hann slaktaður, eftir at hann hevur roynt at bróta ígjøgnum Lille-verjuna í høgru síðu.
Tað einasta, ið Árni fekk frá dómaranum, var eitt gult kort.
Hóast KÍ-leikararnir noyddust at verja nógv í dystinum, so vóru teir eisini nakrar ferðir inni í brotsteiginum hjá Lille og vístu, at teir væl kundu tiltuska sær eitt mál, um røttu umstøðurnar vóru har.
Um nakar kendist við málverjan hjá Lille, so er tað kanska ikki undarligt. Talan er um 35 ára gamla italska Vitor Mannone, sum frá 2006 til 2013 spældi við Arsenal í ensku Premiere League. Mannone var tó ongantíð fastur maður millum stólparnar hjá London-felagnum, sum hann umboðaði 15 ferðir í seks ár, áðrenn hann fór víðari til Sunderland, Redding og síðani endaði í fronskum fótbólti.
Lille-leikararnir spældu og spældu, men tað var nógv tvørtur um vøllin, og teir skaptu ikki so vandamiklar støður, sum væntað varð.
Í evropiskum toppfótbólti noyðist mann eisini at spæla við vøddunum og vinna sær eitt sindur av virðing fyri at sleppa uppí part, og tað megna KÍ-leikararnir eisini.
Talan var annars um ein sera siðiligan dyst upp á allar mátar.
KÍ - Lille 0-0 (0-0)
UEFA Conference League
Tórsvøllur
KÍ: Nils Jonatan Johansson - Patrick Da Silva, Vegard Valgermo Forren, Odmar Færø, Jóannes Danielsen (76. Mads Boe Mikkelsen) - Jákup Andreasen, René Shaki Joensen, Deni Pavlovic - Claes Philip Kronberg (61. Hallur Hansson), Árni Frederiksberg - Páll Kletskarð (61. Sivert Stenseth Gussiås)
Óbrúktir útskiftarar: Markus Olsen Pettersen, Luc Kassi, Símun Kalsø, Dávid Biskupstø Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Óli Poulsen, Ahmed Latif og Jóhan Josephsen
Gul kort: Jóannes Kalsø Danielsen (54.), Árni Frederiksberg (83.)
|