Nýggj prísskipan: Summi gjalda meiri og onnur minni

Nýggj prísskipan: Summi gjalda meiri og onnur minni
Ferðaseðlaprísirnir við Strandferðslan verða broyttir á nýggjárinum
Leisturin í nýggju prísskipanini er, at oyggjabúgvar sleppa bíligari, meðan onnur skulu rinda meiri. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.10.2023 - 13:05

Tað verður munandi bíligari hjá oyggjabúgvum at ferðast við Strandferðsluni.

Hjá einum oyggjabúgva, sum ferðastt við bili til Suðuroyar eftir 1. januar, fer tað at kostar 150 kr. Tað eru 75 kr. bíligari enn í dag.

Men hjá einum, sum ikki býr í Suðuroynni, fer tað at kosta 250 kr. við bili. Tað eru 25 krónur meira enn í dag. 

Tað sama er galdandi á fyri leiðirnar á smærru oyggjunum. Har hækkar prísurin fyri onnur enn oyggjabúgvar 90 kr., um ferðast verður við bili.

Og tað verður eisini dýrari hjá útlendskum ferðafólkum at ferðast við Strandferðsluni eftir 1. januar. 

Hoyr samrøðu við Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum í útvarpstíðindunum:

 

05102023_Dennis_um_prisskipan

 

Dennis Holm er landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Sí nýggju ferðaseðlaprísirnar her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209