
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog besta leiguflogfelag í ríkinum

Atlantic Airways er besta leiguflogfelag í danska ríkinum.
Tað var kunngjørt í gjárkvøldið, tá Danish Travel Awards valdi bestu feløg í flogferðavinnuni.
Flogfeløgini, sum Atlantic Airways kappaðist móti, vóru SAS og Sunclass.
Sunclass vann í fjør.
Flogfeløgini, sum Atlantsflog kappaðist móti, vóru SAS og Sunclass. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
3.000 givið vitnisburð
3.000 fólk hava givið flogfeløgum og floghavnum, tey hava brúkt seinastu 24 mánaðirnar, vitnisburð.
Norwegian er besta lágprísflogfelag í Evropa, og Icelandair er besta rutuflogfelag. Emirates er besta altjóða flogfelag.
Alsie Express, sum flýgur millum Sønderborg og Keypmannahavn, er kosið at vera besta innanríkisflogfelag í Danmar.
Besti flogvøllur í danska ríkinum er aftur í ár tann í Ålborg.