Reiðarafelagið sleppur í Hægstarætt við uppboðssølunum

Reiðarafelagið sleppur í Hægstarætt við uppboðssølunum
Endurgjaldskravið fyri 2016 er umleið 18 mió. kr.
Stefan í Skorini er stjóri í Reiðarafelagnum.
 
05.10.2023 - 08:18

Reiðarafelagið hevur fingið loyvi frá Processbevillingsnævnet at fara í Hægstarætt við málinum um uppboðssølurnar fyri nøkrum árum síðani.

Reiðarafelagið stevndi landsstýrinum í sambandi við lógaráseting um, hvussu veiðirættindi skuldu seljast á uppboði. 

Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men Eystari landsrættur frídømdi hinvegin landsstýrið.

Málið verður nú fyrireikað til at fara í Hægstarætt einaferð næsta ár, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.

 

18 mió. kr. 

Endurgjaldskravið er slakar 18 mió.kr. Men tað er bara fyri 2016. 

Kravið fyri 2017 verður ikki kunngjørt enn.

Endurgjaldskrøvini eru parkerað fyri fyrst, sigur Stefan í Skorini.

Fyrst skal Hægstirættur staðfesta, um landsstýrið hevur endurgjaldsskyldu.

Reiðarafelagið vil hava Hægstarætt at gera lógina um uppboðssølu ógilduga.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117