- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður lovar at svara øllum spurningum um Suðuroyartunnilin
Løgmaður lovar at svara øllum spurningum um Suðuroyartunnilin
Aksel V. Johannesen tók saman um drúgva orðaskiftið, áðrenn atkvøtt var við 2. viðgerð í gjárkvøldið

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fekk nógvar spurningar um Suðuroyartunnilin í tinginum í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
02.05.2025 - 07:56
Tá uppskotið um Suðuroyartunnilin kemur til triðju viðgerð seinni í mai, skulu allir spurningar um verkætlanina svarast.
Tað lovaði løgmaður løgtinginum í gjárkvøldið, tá hann tók samanum drúgva orðaskiftið um Suðuroyartunnilin.
Aksel V. Johannesen segð seg vóna, at allir seks flokkarnir eru samdir, tá málið kemur til triðju viðgerð.
Hann segði millum annað, at hann fer at kanna, hvussu verður við Skúvoynni:
02052025_Logmadur
Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við 2. viðgerð uppskotið um Suðuroyartunnil. 28 atkvøður vóru fyri og fýra ímóti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV