Vilja hava landsstýrið at leggja fram frágreiðing um Húsalánsgrunnin

Vilja hava landsstýrið at leggja fram frágreiðing um Húsalánsgrunnin
Bústaðir hava ognir fyri 1,1 mia. kr. og skylda 450 mió. kr.
Fíggjarnevndin sigur seg hava fingið at vita, at Bústaðir arbeiða við at endurfíggja ein part av lánunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2025 - 10:34

Fíggjarnevndin tekur undir við løgtingsgrannskoðarunum, sum vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri løgtingið um Húsalánsgrunnin, og hvørjar ætlanir eru um hann.

Fíggjarnevndin hevur í hoyringum fingið upplýst, hvør støðan er hjá Bústøðum.

Bústaðir hava ognir fyri 1,1 mia. kr. og skylda 450 mió. kr.

Eginpeningurin er 600 mió. kr. Viðlíkahaldið verður 1,5 mió. kr. um árið næstu tíggju árini.

 

Bústaðir hava eisini bygt íbúðir við Dalavegin í Havn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Taka støðu til lógagrundarlagið

Fíggjarnevndin sigur, at greið støða má takast um lógargrundarlagið  og um Húsalánsgrunnurin skal vera uttan fyri ella innan fyri fíggjarlógina og landsroknskapin. 

Fíggjarnevndin sigur seg eisini hava fingið at vita, at Bústaðir arbeiða við at endurfíggja ein part av lánunum.

Ítøkiliga verður kannað, um skynsamt er at læsa ein part av hesari fígging til eina meira fasta rentu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187