- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingið verður sett í dag
Fólkatingið verður sett í dag
Tá formansskapurin er valdur, heldur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, røðu um støðuna í ríkinum
03.10.2023 - 08:23
Í dag er fyrsti týsdagur í oktober, og tað merkir, at fólkatingið byrjar aftur.
Sum siðvenja er, verður gudstænasta í Christiansborg Slotskirke klokkan tíggju danska tíð.
Tingfundurin byrjar á middegi.
Pia Kjærsgaard, sum hevur verið í fólkatinginum í meira enn 39 ár, setir fundin.
Formansskapurin verður síðani valdur.
Fimm fólk skulu veljast í hann.
Eftir tað heldur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, røðu sína um støðuna í ríkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV