Noomi uttan ávirkan

bannari
Noomi uttan ávirkan
Toppskorarin á Kvinnulistanum í Sjóvar kommunu er hildin uttan fyri alla ávirkan, nú bygdaráðið hevur skipað seg við Hans Anders Jacobsen sum borgarstjóra.
Hans Anders Jacobsen og Noomi Káradóttir Rasmussen valkvøldið. Tá tosaðu tey fyri breiðari semju millum øll sjey, men nú stendur Noomi einsamøll uttanfyri.
 
24.11.2024 - 09:03

Toppskorarin á Kvinnulistanum í Sjóvar Kommunu er hildin uttan fyri alla ávirkan, nú bygdaráðið hevur skipað seg. Tað boðar Noomi Káradóttir Rasmussen sjálv frá í tíðindaskrivi í gjárkvøldið, beint eftir at bygdaráðið hevði skipað seg.

Hans Anders Jacobsen verður borgarstjóri í Sjóvar kommunu næstu fýra árini, og sitandi borgarstjóri, Arthur Johansen, verður varaborgarstjóri.

Hans Anders Jacobsen var fyrstvaldur á lista B, sum fekk fýra fólk vald í bygdaráðið. Listi A, kvinnulistin, fekk trý umboð vald.

FAKTA: Valúrslitið í Sjóvar Kommunu

Í fráboðan frá Sjóvar kommunu sæst, at Noomi Káradóttir Rasmussen hevur ongan nevndarsess í kommunustýrinum, meðan hinar báðar á kvinnulistanum - Sandra Ljósá Østerø og Drós Ellingsgaard - hava fingið nevndarsessir.

Sambært tíðindaskrivi frá Noomi Káradóttir Rasmussen var semja um, at øll sjey í nývalda bygdaráðnum skuldu skipa seg í ein breiðan meiriluta, og sjálv skuldu hon sum fyrstvald á kvinnulistanum fáa tríggjar nevndarsessir.

Men Noomi Káradóttir Rasmussen kundi ikki góðtaka, at bygdaráðsfundurin í gjár, har nývalda bygdaráðið skuldi skipa seg, varð hildin fyri afturlatnum hurðum. Hon mótmælti, og hini seks í kommunustýrinum valdu so at skipa seg uttan hana.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168