Fíggjarlógin næsta ár hevur 64 milliónir í halli

Fíggjarlógin næsta ár hevur 64 milliónir í halli
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur í løtuni tíðindafund um fíggjarlógaruppskotið fyri 2024
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur í løtuni tíðindafund um fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár.
 
29.09.2023 - 10:13

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur fyri løtu síðani lagt uppskot um fíggjarlóg fyri 2024 fyri tingið, og í løtuni hevur hon tíðindafund um uppskotið.

Landsstýrið væntar at hava 64 milliónir kr. í halli á fíggjarlogini, hóast metingin í játtanarkørmunum í vár var 60 milliónir í avlopi

Størstu orsakirnar til hallið eru lægri inntøkur frá tøkugjaldi enn mett, og at nógvar løguverkætlanir eru í gongd.

Samlaðu inntøkurnar frá skatti og avgjøldum næsta ár eru mettar til 7.221 mió. kr., og útreiðslumetingin er 7.285 mió. kr. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar 6.553 mió. krónur, og løgur og løgukendar útreiðslur eru 732 mió. kr.

Fíggjarmálaráðið sigur soleiðis um fíggjarlógaruppskotið:

 

Búskapurin er væl fyri

Búskaparvøksturin, sum seinastu árini hevur verið óvanliga høgur, væntast at hæsa av næstu 1-2 árini. Hetta er orsakað av teimum rembingum, sum hava verið av russisku innrásini í Ukraina, og sum hava havt við sær prísvøkstur og rentuhækkingar.

Fíggjarmálaráðið metir tó, at føroyski búskapurin er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri og møguligum halli. Arbeiðsloysið er lágt, arbeiðsmarknaðurin er væl fyri, og væntandi hækkar BTÚ 4-5% í 2023 og 2024. Harafturat eru almenni og privati geirin ikki skuldarbundnir. 

Størsta avbjóðingin í almenna búskapinum er vantandi haldførið, sum millum annað kemur av, at lutfallið millum arbeiðsstyrki og tal av eldri minkar. Skal tað almenna hava sama tænastustig frameftir, eru átøk bráðneyðug, sum kunnu betra javnvágina millum almennar inntøkur og útreiðslur.

 

 

Átøk

Landsstýrið setir tí fleiri átøk í verk. Eitt nú verður raksturin tillagaður við 30 mió. kr., sum svarar til 1% av lønarútreiðslunum. Egingjaldið fyri heilivág hækkar, og arbeiðsgevarar skulu rinda ein størri part av sjúkradøgunum hjá starvsfólkunum. Tilsamans verða átøk framd fyri umleið 70 mió. kr. Aftrat hesum arbeiðir landsstýrið víðari við ætlanini at hækka pensjónsaldurin og fer eisini at hyggja nærri at skipanini við rentustuðli.

Av raðfestingum fyri 2024 kunnu nevnast, at KT-skipanir í sambandi við føroysku skattaskipanina skulu nútíðargerast, Kalsoyarferja verður fyrireikað, lønarlyft til starvsfólk á umsorganarøkinum, størri játtan til fólkaskúla og heilsuverk, ríkisveitingin lækkar, og ein føroysk náttúrufyrisiting verður stovnað.

 

Les fíggjarlógaruppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109