Kvotan á Flemish Kap nærum tvífaldað

Kvotan á Flemish Kap nærum tvífaldað
Mest loyvda veiðan fer úr 6.000 tonsum í ár upp í 11.700 tons næsta ár, og føroyski parturin veksur góð 92 prosent
Pison er eitt av frystilínuskipunum. Toskakvotan á Flemish Kap næsta ár verður 2.617 tons.
 
28.09.2023 - 10:34

Føroysk skip sleppa at fiska góð 2.600 tons av toski á Flemish Kap næsta ár. 

Tað er næstan tvífalt so nógv sum í ár. Í ár er kvotan 1.363 tons.

Stóra økingin í toskakvotuni kemst av, at limalondini í NAFO eru samd um at loyva eini munandi størri heildarveiðu eftir toski á Flemish Kap.

Mest loyvda veiðan fer úr 6000 tonsum í ár upp í 11.700 tons næsta ár.

 

Eiga góð 22 prosent av heildarkvotuni

Føroyar eiga 22,35 prosent av heildarkvotuni, og tí økist føroyska kvotan á Flemish Kap eisini munandi, ítøkiliga góð 92 prosent.

Á ársfundinum hjá NAFO, sum umsitir fiskastovnarnar á Flemish Kap, staðfestu limalondini, at útlitini fyri toskastovnin eru góð, næstu tvey árini. Og tí ber til at fiska meira burturúr stovnunum. 

Umframt 2617 tons av toski kunnu føroysk skip eisini fiska 193 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Kap næsta ár.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank eru framvegis illa fyri, og tí verður heldur ikki loyvt at fiska rækju har næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835