Kunna álitisfólkini í dag

Kunna álitisfólkini í dag
Nógv bendir á, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fara i verkfall
Óluva í Gong, forkvinna, og hinar í nevndini í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum fara seinnapartin at kunna álitisfólkini um støðuna. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.09.2023 - 08:30

Klokkan eitt í dag fer nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at hitta álitisfólkini hjá felagnum.

Í gjár endaði semingsroyndin í samráðingunum millum felagið og Lønardeildina hjá Fíggjamálaráðnum.

Forkvinnan, Óluva í Gong, sat síðani allan gjár saman við sínari nevnd og umrøddi møguligt verkfall.

Nú eru álitisfólkini so boðin á ein kunnandi fund um støðuna.

Eftir fundin fæst væntandi at vita, um og nær Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar lýsir verkfall.

Boðast skal frá verkfalli 48 tímar frammanundan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151