- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur striltið at fáa semju
Tað gongur striltið í semingsroyndini millum millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, sum vóru tikna uppaftur fyrrapartin.
Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Eftir at Sjúkrarøktarfrøðingafelagið hevði vrakað eitt semingsuppskot frá semingsstovninum, kom felagið sjálvt við uppskoti um broytingar. Partarnir fingu so nakrar dagar at rokna uppá tølini í uppskotinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og fyrrapartin var so semingsroyndin tikin uppaftur.
- Eg veit ikki enn, um grundarlag er fyri at leggja eitt nýtt semingsuppskot fyri partarnar. Tað gongur striltið, er einasta viðmerkingin frá Terja Sigurðsson í løtuni.
Semingsroyndin heldur fram seinnapartin, og meira verður at frætta í tíðindunum seinni í dag.