Helvtin av almennum lønum verður goldin í Suðurstreymi

Helvtin av almennum lønum verður goldin í Suðurstreymi
Í fjør fóru slakar 600 milliónir kr. í almennum lønum um samtíðarskattaskipanina
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
26.09.2023 - 10:45

Helvtin av almennu lønunum verður goldin í Suðurstreymi.

Sambært yvirliti, sum Hagstovan hevur gjørt fyri Fíggjarmálaráðið, vóru 48 prosent av almennu lønunum í fjør goldin í Suðurstreymoyar sýslu.

18 prosent vóru goldin í Eysturoyar sýslu.

Bara tvey prosent vóru í Sandoyar sýslu og tvey prosent uttanlands.

Hetta er lønin, sum er goldin fólki í teirri sýslu, tey búgva, hóast tey arbeiða í aðrari sýslu. Taka vit sýsluna, har sum fólk arbeiða, kemur Suðurstreymoyar sýslu upp á 62 prosent. 

 

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, spurdi um býti av rakstrarútreiðslum á fíggjarlógini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

579 mió. um samtíðarskattaskipanina

Fýra milliardir og 578,6 mió. kr. í almennum lønum fóru um samtíðarskattaskipanina í fjør.

Tað upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Hon hevur svarað fyrispurningi frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni.

Hann spurdi, hvussu nógv raksturin í fíggjarlógini við staðseting í høvuðsstaðnum er samanborin við restina av landinum í krónum og prosentum í tíðarskeiðnum 2012-2022.

Svarið er, at rakstrarútreiðslurnar í fíggjarlógini hava onga ávísa landafrøðiliga staðseting. 

Sí alt svarið frá Ruth Vang til Eirik í Jákupsstovu her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835