- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappingareftirlitið kunnger avgerðina í hesi vikuni

Seinni í hesi vikuni fer Kappingareftirlitið at almannakunngera avgerðina, sum eftir øllum at døma var við til at fella Jan Ziskasen, stjóra í Føroya Tele.
Hetta er seinna av tveimum málum, har Kappingareftirlitið heldur, at Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina.
Í báðum málum er talan um brot, sum sambært metingini hjá Kappingareftirlitinum eiga at geva tilsamans 45 milliónir krónur í bót.
Tað váttar Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum. Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn avgerðin í seinna málinum er almannakunngjørd seinni í vikuni.
Bæði málini um Føroya Tele eru latin løgregluni, og tað verður í síðsta enda dómsvaldið, sum ger av, hvussu stórar bøturnar til Føroya Tele skulu vera.