Óroyndur politikkari nýggjur floksformaður í Grikkalandi

Óroyndur politikkari nýggjur floksformaður í Grikkalandi
35 ára gamli , Stefanos Kasselakis, er nýggjur formaður í størsta andstøðuflokkinum, Syriza
Stefanis Kakkelakis tekur við leiðarastarvinum í Syriza eftir  Alexis Tsipras, sum legði frá sær eftir valósigurin í summar.
Mynd: Aris Messinis/AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.09.2023 - 10:07

35 ára gamli íverksetin, Stefanos Kasselakis, er nýggjur formaður í vinstrahalla flokkinum, Syriza, í Grikkalandi.

Hann hevur ikki nógvar royndir í politikki, og als ikki í Grikkalandi.

Kasselakis er føddur í Athen, men flutti til USA, tá hann var 14 ára gamal.

Hann hevur búð í USA í meira enn 20 ár, og hann hevur m.a. arbeitt sum sjálvboðin í valstríðnum hjá Joe Biden.

 

Størsti andstøðuflokkur

Syriza er størsti andstøðuflokkur í Grikkalandi.

Flokkurin er nógv viknaður seinastu árini, og á tjóðartingsvalinum í juni fekk Syriza bara 18 prosent av atkvøðunum. Tað var ringasta valúrslitið í 10 ár.

Tað hevði við sær, at Alexis Tsipras, sum var formaður í Syriza í mong ár, legði frá sær.

Eygleiðarar siga, at valið av Kasselakis til nýggjan formann er óvanligt, tí í Grikkalandi er siður, at politiskir leiðarar hava royndir í politikki í frammanundan.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050