Dialysuviðgerðin byrjar um ársskiftið

Dialysuviðgerðin byrjar um ársskiftið
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað Bjarna Hammer, løgtingsmanni
At talan er um dialysusatellitt merkir, at eindin í Suðuroyar sjúkrahúsi er partur av  dialysueindini í Landssjúkrahúsinum.
 
25.09.2023 - 09:51

Dialysuviðgerðin í Suðuroyar sjúkrahúsi byrjar um ársskiftið.

Men treytin er, at tað eydnast at seta sjúkrarøktarfrøðingar at umsita dialysuna á Tvøroyri.

Freistin at søkja størvini er 3.oktober.

Tað er svarið, sum Bjarni Hammer, løgtingsmaður, fekk frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu.

Bjarni Hammer spurdi stutt og greitt, nær til ber at fáa dialysuviðgerð í Suðuroyar sjúkrahúsi.

Dialysan á Tvøroyri er annars klár at brúka. Tað var hon 18.september.

 

Lukkaðist ikki at seta fólk

Ætlanin var at fara undir dialysuviðgerð nú í heyst, sigur Margit Stórá.

Sjúkrahúsverkið lýsti eftir sjúkrarøktarfrøðingum at manna dialysusatellittin, sum dialysan á Tvøroyri eitur, hon er satelittur hjá Landssjúkrahúsinum, tí har eru serlæknar í nýrasjúkum.

Tað lukkaðist ikki at seta fólk, og nú er nýggj, tillagað, lýsing gjørd, svarar Margit Stórá.

At talan er um dialysusatellitt merkir, at eindin í Suðuroyar sjúkrahúsi er partur av  dialysueindini í Landssjúkrahúsinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035