Noreg latið fyrrverandi Wagner-leiðara leysan

Noreg latið fyrrverandi Wagner-leiðara leysan
Andrej Medvedev flýddi úr Russlandi til Noregs í januar, men nú vildi hann sleppa aftur til Russlands
Andrej Medvedev flyddi úr Russlandi til Noregs í januar, og bað um friðskjól har,  tí hann óttaðist fyri lívinum. (Mynd: Reuters)
 
25.09.2023 - 08:53

Norska løgreglan læt í gjár fyrrverandi herleiðaran í russisku Wagner-deildini,  Andrej Medvedev, leysan.

Hann var handtikin fríggjadagin, undir illgruna fyri ólógliga at hava komið sær um russiska markið, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Løgregluleiðarin í Finnmørkini sigur ikki, hvør persónurin er, men sambært NRK er talan um Andrej Medvedev.

Advokatur hansara, Brynjulf Risnes, sigur við Reuters-tíðindastovuna, at fyrrverandi Wagner-herleiðarin var í Suðurvaranger og leitaði eftir staðnum, har hann fór um norska markið í januar, skrivar Ritzau.

- Hann var ikki nærindis markinum. Og hann ætlaði als ikki at fara um markið til Russlands, sigur advokaturin.

Andrej Medvedev flyddi úr Russlandi til Noregs í januar, og bað um friðskjól har,  tí hann óttaðist fyri lívinum.

Í vár boðaði hann so frá á eini sjónbandaupptøku, at hann vildi sleppa aftur til Russlands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342