Sjey ár og 200 gramm

Sjey ár og 200 gramm
Osiris-Rex kemur aftur í dag við gróti av smástjørnuni Bennu
Osiris-Rex tekur royndir.
 
24.09.2023 - 15:10


Hetta kann vera við til at breikað okkara vitanargrundarlag sera nógv, tað sigur talsmaður fyri NASA, nú sjey ára long rúmdarferð hjá amerikanska rúmdarfarinum Osiris-Rex endar í dag.

Osiris-Rex rúmdarfarið byrjaði sína ferð í 2016.

Endamálið við missjónini er at savna inn grót og annað tilfar frá smástjørnuni Bennu, tað skrivar tíðindastovan Ritzau.

200 gramm
Osiris-Rex hevur savnað 200 gramm av tilfari og hóast tað ikki ljóðar sum nógv, so kann hetta siga okkum sera nógv um, hvussu alheimurin var skaptur og hvussu jørðin er blivin soleiðis, at vit kunnu búgva á henni, sigur Amy Simon, sum er granskari á amerikanska rúmdar granskingar stovninum NASA.

Stjóri í NASA, Bill Nelson, vísir eisini á, at vitan um slíkar smástjørnur kann vera við til at brynja okkum móti smástjørnum, ið kunnu vera ein hóttan hjá jørðini.

Gongst sum ætlað, lendir ein goymslulutur frá rúmdarfarinum í stakríkinum Utah seinnapartin í dag.

Osiris-rex rúmdarfarið sjálvt skal eftir ætlan ikki seta seg aftur á jørðini fyrr enn í 2029, eftir at hava savnað tilfar frá einari aðrari smástjørnu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050