Grønland: Tvey landsstýrisfólk lagt frá sær

Grønland: Tvey landsstýrisfólk lagt frá sær
Fleiri broytingar standa fyri framman í grønlendska landstinginum.
 
23.09.2023 - 11:16

Nú grønlendska landstingið varð sett í gjár og fer undir nýggja setu, er longu greitt, at fleiri broytingar standa fyri framman.

Tvey grønlendsk landsstýrisfólk hava lagt frá sær, bæði landsstýriskvinnan í heilsumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, og tí skulu kortini blandast av nýggjum.

Mimi Karlsen legði frá sær sum landsstýriskvinna í heilsumálum, tí hon avloysir Kim Kielsen sum forkvinna fyri landstingið.

Og Karl Tobiassen legði frá sær sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tí hann ikki hevði nátt málinum um at gera uppskot til nýggja fiskivinnulóggávu.

Sjálvstýrismál
Grønlendska kringvarpið, KNR, veit frá álítandi keldum at siga, at Siumut í hesum sambandi barslast við ætlanum um, at eitt landsstýrisfólk skal setast at umsita sjálvstýrismál.

Eitt sovorðið ráð var frá 2016 til 18, og tá fevndi tað um sjálvstýrismál, uttanríkismál og landbúnað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050