Búskapurin í Grønlandi er sera góður

Búskapurin í Grønlandi er sera góður
Grønland er eitt av fáum londum, sum slapp nøkulunda snikkaleyst undan koronu og krígnum í Ukraina, sigur grønlendska búskaparráðið
Torben M. Andersen er formaður í búskaparráðnum í Grønlandi.
Mynd: KNR  
 
22.09.2023 - 13:47

Búskapurin í Grønlandi er sera góður.

Tað sigur Grønlands Økonomiske Råd í nýggjastu frágreiðing sínari.

Grønland er eitt av fáum londum, kanska tað einasta, sum slapp nøkulunda snikkaleyst undan koronu og krígnum í Ukraina.

Tað sigur formaðurin í ráðnum, Torben M. Andersen.

 

Stórar íløgur eru gjørdar í undirstøðukervið í Grønlandi, m.a. í tríggjar nýggjar flogvøllir. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Góður fiskiskapur og lítið arbeiðsloysi

Góða gongdin í búskapinum kemst av sera góðum fiskiskapi og lítlum arbeiðsloysi, tí stórar íløgur eru gjørdar í undirstøðukervið, millum annað í tríggjar flogvøllir.

Arbeiðsloysið kann enda á tveimum prosentum í ár.

Grønlendska búskaparráðið vísir tó á, at lítla arbeiðsloysið kann koma aftur um brekku.

Millum annað kann tað gera, at brúk verður fyri at innflyta arbeiðsmegi.

Ráðið ávarar móti, at ov nógv arbeiði vera sett í gongd í senn.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050