Farmaskip við korni hevur kós móti Egyptalandi

Farmaskip við korni hevur kós móti Egyptalandi
Skipið siglir bæði í altjóða sjógvi og í sjógvi, sum Nato-lond hava eftirlit við
Kornflutningurin úr Ukraina hevur verið nógv darvaður, síðani Russland tók seg úr avtaluni, men nú er eitt farmaskip farið úr Odesa við 17.600 tonsum av korni.
Mynd: Umit Bektas/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.09.2023 - 11:34

Eitt farmaskip við 17.600 tonsum av korni fór í morgun úr havnini í Odesa við kós móti Egyptalandi. 

Tað váttar ukrainski varaforsætisráðharrin, Oleksander Kubrakov, á sosiala miðlinum X, sum fyrr var Twitter.

Hetta er fyrsti stóri kornútflutningur úr Ukraina, síðani Russland tók seg úr avtaluni um flutning.

Skipið skal sigla gjøgnum fyribils humaniterar geirar. Tað siglir í altjóða sjógvi og í sjógvi, sum Nato-londini, Bulgaria og Rumenia, hava eftirlit við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050