Ukraina fær vápn fyri 2,3 millardir kr.

Ukraina fær vápn fyri 2,3 millardir kr.
Ukrainski forsetin hevur verið í USA, og nú gongur leiðin til Kanada
Zelenskyj og Biden hittust í Washington í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.09.2023 - 11:07

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj var í gjár í Washington D.C, har hann hitti amerikanska forsetan, Joe Biden.

Og við sær heimaftur hevur hann vápn fyri 2,3 milliardir krónur, sum Joe Biden sigur seg vilja lata Ukraina.

Eftir at hava vitjað New York og Washington, fer Zelenskyj til Kanada, har hann skal halda røðu í tinginum í Ottawa, og hitta kanadiska forsetan, Justin Trudeau.

Kanada er millum tey lond í heiminum, sum hava latið Ukraina flest vápn og pengar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050