Viðgongur roknivillu, men hon verður ikki rættað

Viðgongur roknivillu, men hon verður ikki rættað
Villan snýr seg um kunning og broytir ikki, hvussu nógv heilsuhjálparar áttu at fingið í lønarlyfti, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
 
21.09.2023 - 13:19

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina roknivillu í tølunum, sum vóru løgd fyri heilsuhjálpararnar, tá lønarlyftið var avtalað.

Tað viðgongur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Villan verður kortini ikki rættað við at geva heilsuhjálparanum meira, sigur hon.

Framskrivingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum vístu, at heilsurøktararnir endaðu á eini løn, sum er 32.500 kr., meðan heilsuhjálpararnir endaðu á 30.500 kr.

Men framrokningarnar skeivar, tí heilsurøktararnir endaðu á 33.491 krónum, tá avtornaði.

 

Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. 

 

Forkvinnan hjá heilsuhjálparunum sigur, at Fíggjarmálaráðið økir gjónna millum heilsurøktarar og heilsuhjálparar við lønarlyftinum,  og eigur tí at rætta mistakið.

Feilurin snýr seg um kunning, og broytir ikki, hvat heilsuhjálparar áttu at fáa í lønarlyfti, sigur Ruth Vang
 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Lonarlyft


 


 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151