- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russlandssáttmálin: Andstøðuflokkar ótolnast eftir landsstýrinum
Russlandssáttmálin: Andstøðuflokkar ótolnast eftir landsstýrinum
Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vilja hava fiskiveiðusamstarvið við Russland at halda fram

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og Bárður á Steig, formaður í Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
20.09.2023 - 13:00
Stóru andstøðuflokkarnir finnast at landsstýrinum fyri framvegis ikki at hava tikið støðu í málinum um fiskiveiðusamstarvið við Russland.
Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vilja, at samstarvið heldur fram.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at tað tykist sum einki er klárt, og eingin støða er tikin til nakað sum helst.
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at óvissan tænir ongum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
20092023_Andstoda_um_russlandssattmala
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV