
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður um russlandssáttmálan: Landsstýrið kannar lógarbroytingar

Nú avgerð skal takast um fiskiveiðusamstarvið við Russland, er ikki samsvar millum tað, sum landsstýrismennirnir í fiskivinnumálum og uttanríkis- og vinnumálum siga um frágreiðingina hjá landsstýrinum um Russland.
- Vit hava fyrireikað okkum væl og vita, hvat gerast skal, um samstarvið við Russland steðgar, segði Høgni Hoydal í juni.
Fyrr í vikuni segði Dennis Holm, at orsøkin til, at avgerð ikki er tikin enn um samráðingarnar við Russland, er at vit ikki vita hvat skal gerast, um samstarvið heldur uppat.
Spurningurin, sum stendur eftir, er hví Dennis Holm nú kannar okkurt, sum sambært Høgna Hoydal longu er kannað.
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Svarið er greitt, sigur Aksel V. Johannesen løgmaður.
Hvørgin teirra sigur ósatt, tí vit hava kannað, hvat vit skulu gera, men í løtuni kanna vit, hvørjar lógarbroytingar skulu til fyri at fremja hetta í verki.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen:
Avgerðin er ikki so løtt at taka, sigur Árni Gregersen politiskur viðmerkjari.
Hansara meting er tó, at tað eru ósemjur í samgonguni, og ikki viðgerð av lógarbroytingum, sum gera, at landsstýrið framvegis ikki hevur tikið nakra avgerð um samstarvið við Russland: