- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin vil hava landsstýrið at samráðast um verjusemju
Landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, hvørjum danska stjórin kemur við.
Tað heldur Sambandsflokkurin.
Flokkurin hevur uppskot til samtyktar um, at landsstýrið ger frágreiðing til uttanlandsnevndina um, hvørji ítøkilig stig kunnu takast, sum styrkja verjuna og trygdina í Føroyum og Norðuratlantshavinum.
Sambandsflokkurin sigur, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur verið á nógvum fundum við danska verjumálaráðharran.
Men hann hevur boðað frá, at hann bíðar eftir ítøkiligum uppskotum frá donsku stjórnini.
Hann hevur higartil ikki viljað tikið virkan lut í verjusemjuni í fólkatinginum við teirri grundgeving, at slíkar semjur skulu gerast beinleiðis millum landsstýrið og donsku stjórnina, sigur Sambandsflokkurin.