Landið skal lata 30 milliónir til stórhøllina í Hoyvík

Landið skal lata 30 milliónir til stórhøllina í Hoyvík
Løgtingið er biðið um heimild at játta stuðulin
Gongst sum ætlað, verður stórhøllin í Hoyvík liðug í 2025
 
19.09.2023 - 15:31

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur biðið løgtingið um heimild at lata 30 milliónir kr. í stuðli til stórhøllina í Hoyvík.

Í 2018 skrivaðu allir floksformenninir á løgtingi undir eina fráboðan um, at teir vilja veita stuðul til verkætlanina Føroya Arena. 

Samtykt var at játta tilsamans 30 milliónir kr. til verkætlanina í fíggjarárini frá 2022 til 2025.

Fimm milliónir kr. vóru settar av á fíggjarlógini í fjør og fimm milliónir aftrat á fíggjarlógini í ár.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum. 

 

20 milliónir aftrat

Ætlanin er at stuðla  verkætlanini við  tilsamans 20 milliónum aftrat í 2024 og 2025, so samlaði stuðulin frá landinum verður 30 milliónir kr. 

Stórhøllin fer at kosta meira enn 200 milliónir kr., og Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at rinda helvtina av kostnaðinum, tó í mesta lagi 132 milliónir kr.

Aftrat løgtinginum hava fólkatingið og privatar grunnar eisini játtað at stuðla verkætlanini. 

Byggifelagið Articon byggir stórhøllina, og væntandi verður høllin liðug í 2025. 

Uppskotið hjá Sirið Stenberg kemur til fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109