H-bygningurin aftur í løgtinginum í dag

H-bygningurin aftur í løgtinginum í dag
Landsstýrið biður um slakar 44 milliónir kr. at gera bygningin lidnan
Nú verður roknað við, at 43,7 mió. kr. røkka til at gera H-bygningin lidnan. Málið fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2023 - 08:39

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.

Landsstýriskvinnan biður um 43,7 milliónir krónur aftrat til bygningin fyri at fáa hann lidnan.

Peningurin skal á fíggjarlógina fyri 2024. 

Og tað kemur hann, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Góðar 13 mió. til innbúgv og tól

Sambært nýggjari kostnaðarmetingin skulu brúkast 14,2 milliónir krónur til bygningsarbeiði, 13,2 milliónir krónur til innbúgv, tól og útgerð, 4 milliónir til streym, reingerð og annan rakstur í byggitíðini, 6,3 milliónir krónur til byggiplássrakstur og 6 milliónir krónur til isolatiónsstovur.

Uppskotið um nýggja verklagslóg um H-bygningin kom í tingið fyri 12 døgum síðani.

Tingfundurin í dag er kl.11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Tvey velja páskakórtónleik - 190425
190865
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835