Fer at raðfesta universitetssjúkrahús á fíggjarlógini

Fer at raðfesta universitetssjúkrahús á fíggjarlógini
Tað er eitt mál hjá samgonguni, at universitetssjúkrahús skal skipast, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Landsstýriskvinnan í heilsumálum ætlar at fáa pening á fíggjarlógini næsta ár til universitetssjúkrahús. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
18.09.2023 - 18:05

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fer at raðfesta at fáa pening settan av á fíggjarlógini til universitetssjúkrahús.

Tað er eitt mál hjá hesari samgonguni, at universitetssjúkrahús skal  skipast, sigur Margit Stórá, og tí hevur hon góðan vónir um, at tað fer at eydnast at fáa pening á fíggjarlógini.


 

18092023_Universitetssjukrahus_og_Margit
 
 

Hesi mannaðu arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt tilmæli um at skipa universitetssjúkrahús í Føroyum. 

 

Arbeiðsbólkurin, sum í farnu viku handaði Margit Stórá tilmæli um universitetssjúkrahús, mælti til, at tað fyrstu trý árini verða settar 1,8 milliónir krónur av til heilsugransking árliga, og at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta eitt prosent av samlaða rakstrinum til heilsugransking.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962