Ókeypis sálarfrøðihjálp kostar nógv meira enn mett

Ókeypis sálarfrøðihjálp kostar nógv meira enn mett
Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur ikki gjørt av, hvussu tilboðið skal skipast í framtíðini
Higartil hava 1.770 ávísingar verið til skipanina, og 12.200 viðtalur verið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
18.09.2023 - 08:28

Tilboðið um ókeypis sálarfrøðihjálp til ung kostar nógv meira enn mett.

Og enn hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum ikki gjørt av, hvussu tilboðið, sum varar til 31. oktober, skal skipast í framtíðini.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann.

Royndarskipanin um ókeypis sálarfrøðihjálp til ungfólk millum 15 og 35 ár, kom á vári 2021. 

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, spurdi um ókeypis sálarfrøðihjálpina.

 

12.200 viðtalur

Higartil hava 1.770 ávísingar verið til skipanina, og 12.200 viðtalur verið. 

Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina, sum vísti, at brúk er fyri tílíkari skipan.

Eisini vísti eftirmetingin, at skipanin hevur avbjóðingar. 

Til dømis hevur visitasjónin verið ov breið, og útjaðaraøkini, serliga Suðuroyggin, eru ikki so væl umboðað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835