Hanna Jensen aftur í løgtingið

Hanna Jensen aftur í løgtingið
Umstøðurnar hava elvt til, at hon kennir tað sum sína skyldu at vera í løgtinginum, sigur Hanna Jensen, sum í summar boðaði frá, at hon gavst í landspolitikki
Hanna Jensen er nú aftur í tingbólkinum hjá Framsókn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.09.2023 - 08:23

Hanna Jensen hevur tikið sæti aftur í løgtinginum.

Tað boðar hon frá á sínum Facebook-vanga.

Hon sigur, at hetta er ikki ein løtt støða, tí at arbeiða sum rektari á Kambsdali sær hon sum sítt lívsstarv.

Men umstøðurnar hava elvt til, at hon kennir tað sum sína skyldu at vera í løgtinginum nú, skrivar hon.

 

Ætlaði at gevast í landspolitikki

Hanna Jensen, sum hevur sitið á tingi fyri Framsókn, síðani landsstýrið varð skipað, boðaði 23. juni frá, at hon fór úr landspolitikki. Orsøkin var, at hon valdi at taka viðaftur starvinum sum rektari á Kambsdali tann 1. august.

Tá tingið varð sett á ólavsøku, var Hanna Jensen tó millum tingfólkini.

2. august boðaði hon so frá, at hon fór í farloyvi úr løgtinginum.

Og nú góðan mánað seinni, hevur Hanna Jensen aftur tikið sæti á tingi.

Hanna Jensen er nummar fimm á listanum hjá Framsókn og fekk 111 atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. apríl
Morgunlestur leygardagur 12.apríl 2025
190388
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551