- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnunevndin: Tíðin at viðgera løgtingsmál er alt ov stutt
Vinnunevndin: Tíðin at viðgera løgtingsmál er alt ov stutt
Løgtingsnevndirnar hava úr at gera í hesum døgum at viðgera tey lógaruppskotini, sum landsstýrisfólk hava lagt fyri tingið beint undan framløgufreistini

Formaðurin í Vinnunevndini, Erhard Joensen, heldur, at tíðin at viðgera málini er ov stutt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)
11.04.2025 - 19:01
Formaðurin í Vinnunevndini, Erhard Joensen, heldur, at tíðin at viðgera málini er ov stutt, serliga, tá tað snýr seg um stór og prinsipiell mál.
Hoyr innslag við Erhard Joensen í útvarpstíðindunum
1737621
Eyðgunn Samuelsen, sum er forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at tað krevur neyva tilrættislegging, um ein nevnd skal viðgera lógaruppskotini nóg væl.
Hon ásannar, at tað átti at borið til, at lagt betur til rættis í ráðunum, so málini komu meira spjadd í tingsetuni.
Fíggjarnevndin fekk eisini nógv, men nú eru bara 4 eftir at avgreiða.
Hoyr innslag við Eyðgunn Samuelsen í útvarpstíðindunum
1737614
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV