Kim komin til Russlands at vitja Putin

Kim komin til Russlands at vitja Putin
Gitt verður, at eitt av evnunum á vitjanini verður, at Norðurkorea skal selja Russlandi vápn
Hetta er fyrsta vitjanin hjá norðurkoreanska leiðaranum í Russlandi í umleið fýra ár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.09.2023 - 08:24

Fyrr í morgun tók russiski forsetin, Vladimir Putin, ímóti norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un.

Teir báðir hittust við Vostotjny-rúmdarstøðina har eysturi í Russlandi. 

Tað vísa óváttaðar myndir frá tíðindatænastuni hjá russisku stjórnini. 

 

Fyrsta vitjanin í fýra ár

- Eg eri fegin fyri at hitta teg, segði Putin, sum skilst var sagt, meðan hann tók í hondina á norðurkoreanska leiðaranum, skrivar Reuters sambært russiska miðlinum Tass.

Hetta er fyrstu ferð í nærum fýra ár, at Kim Jong-un vitjar í Russlandi. Hann hevur ikki verið í Russlandi, síðani koronufarsóttin fór at ganga.

Ógreitt er, hvat russiski forsetin og norðurkoreanski leiðarin fara at umrøða, men helst fara teir at tosa um, at Russland keypir vápn úr Norðurkorea. 

Vestanlond stúra fyri, at Norðurkorea fer at lata russiska herinum vápn til kríggið móti Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050