Vinnuhúsið: Ov tíðliga at banna f-gassum á nýggjárinum

Vinnuhúsið: Ov tíðliga at banna f-gassum á nýggjárinum
Útlátið av vakstrarhúsgassi skal minka í minsta lagi 30 prosent næstu 10 árini, og landsstýrið væntar at fáa 10-15 mió. í avgjaldi um árið av f-gassi
Vinnuhúsið tekur undir við umleggja køliskipanir, sum brúka f-gass, men freistin er ov stutt. (Savnsmynd)
 
12.09.2023 - 14:06

Tað er ov tíðliga at banna f-gassum longu á nýggjárinum.

Tað eigur at bíða til 2026 ella 2027, heldur Vinnuhúsið. 

Tað fer at tryggja eina skynsama umlegging og eina trygga burturbeining, sigur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið tekur annars fult undir við at umleggja køliskipanir við f-gassi, so útlatið minkar. 

 

Løgtingið samtykti í mai í fjør, at Føroyar skulu minka útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30 prosent næstu 10 árini. (Savnsmynd)

 

Sama gjald sum grannalondini

Avgjald verður lagt á f-gass, sum vera brúkt í køliskipanum, ætlar Fíggjarmálaráðið. 

Sambært uppskotinum verður avgjaldið áleið tað sama sum í grannalondunum, fyri at sleppa undan kappingaravlaging.

Føroyar hava bundið seg til altjóða Wien-sáttmálan um at verja ozonlagið og til Montreal-protokollina um ozo-noyðandi evni.

Montreal-protokollin hevur nógv ískoyti, millum annað eitt frá 2016 um HFC-gass, sum er f-gass.

Og løgtingið samtykti í mai í fjør, at Føroyar skulu minka útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30 prosent næstu 10 árini.

Málið skal røkkast við 25 átøkum. F-gass er nevnt í tveimum teirra.

 

10-15 mió. um árið

Fíggjarmálaráðið væntar at fáa 10 til 15 mió. kr. í avgjaldi um árið av f-gassi. 

Men inntøkan minkar stigvíst til 2036, tí tá er innflutningurin minkaður 85 prosent.

Ætlanin er, at partur av inntøkuni skal brúkast til innsavningar- og burturbeiningarskipan fyri f-gass, sum IRF væntandi fer at umsita. 

Fíggjarmálaráðið sigur, at vinnan kann sleppa undan meirkostnaðinum við at leggja um til onnur natúrlig kølievni, sum longu eru tøk.

Vinnuhúsið sigur, at tað fer at kosta vinnuni nógv, tí talan er um túsund køliskipanir.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835